Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Chelsea víðari

Danial Viðoy

Champions League: Tað var Chelsea, sum dróg longra stráið í fjórðingsfinaluni ímóti PSG. Chelsea vann 2-0 á heimavølli og vann harvið samanlagt við regluni um útivallamál.

Champions League: Tað var Chelsea, sum dróg longra stráið í fjórðingsfinaluni ímóti PSG. Chelsea vann 2-0 á heimavølli og vann harvið samanlagt við regluni um útivallamál.

Schurrle legði Chelsea á odda í fyrra hálvleiki, men tað var ikki fyrrenn í allarsíðstu løtu, at seinna og neyðuga málið kom.

Tríggjar minuttir fyri tí avgjørdi Demba Ba dystin og skoraði seinna málið.

Tað var annars talan um ein javnan dyst, har Paris Saint-Germain eisini hevði kjansirnar at skora, men neyvleikin manglaði.

Hin seinna fjórðingsfinalan var ímillum Dortmund og Real Madrid í Týsklandi. Dortmund vann dystin 2-0, men sleppur ikki víðari, tí Madrid vann fyrra dystin 3-0.