Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Chiellini: Eg vóni at FIFA minkar leikbannið

Jákup Ósá

Giorgio Chiellini góðtekur umberingina og heldur, at revsingin til Suarez er ov hørð.

Fyrr í kvøld bað Luis Suarez um umbering til Giorgio Chiellini fyri at hann beit hann í HM dystinum í seinastu viku. Nú góðtekur Chiellini umberingina og heldur, at revsingin eigur at minka.

– Alt er gloymt. Eg vóni at FIFA minkar um leikbannið, svarar Chiellini til Suarez í útmelding á twitter. (Sí mynd niðanfyri)

Nógvar ítróttarskrivarar í Onglandi halda, at hendan umberingin er partur av einari avtalu, sum Barcelona krevur, nú samráðingar millum Liverpool og Barcelona eftir øllum at døma koyra, har Suarez væntast at skifta til Barcelona.

Harleywoodpaint