Formaðurin í Shetlendska fiskimannafelagnum, Simon Collins, sigur at semjan millum strandalondini um makrelin var eitt álop á rættindini hjá Shetlendsku fiskimonnunum. Útsøgnin kom stutt eftir at Skotska sjóverjan av ivasomum orsøkum gav Christian í Grótinum boð um at sigla til lands.

Sum skilst frá reiðarríðnum hjá Christian í Grótinum fiskaði hann ikki ólógligt. Teir hava heft seg við at Christian í Grótinum avheysar makrelin eftir at hann er støddarskildur og hetta skal ikki verða loyvt sambært ES lóggávu. Men reiðarríðið vísir á at hetta hevur ikki verið ein trupuleiki til nú og lóggávan víst verður til sigur ikki at tað skal verða ólógligt at avheysa makrelin.
Stór øsing í Skotlandi og Shetlandi.
Men tað er eingin loyna at føroysk nótaskip eru ikki væl sædd í Skotlandi og Hetlandi eftir at føroyingar fingu størri part av makrelkvotuni.
Millum Skotskar fiskimenn kom tað sum ein bumba at ES gekk við til at føroyingar sleppa at fiska meiri makrel í ES sjógvi. Tað hava verið onkur smærri tilburðir har skotskt skip hava givið ilt av sær orðatoriskt á fiskifeltinum og tað tykist sum at føroyski makrelfiskiskapurin er ein sera eymur spurningur í løtuni.
Christian í Grótinum hevur 600 tons av frystum og 300 tons av feskum makreli nú hann varð tikin og seinast vit frættu var skiparin framvegis á fundi við Hetlendsku myndugleikarnar.
Frá Norðbort frætta vit at teir hava 600 tons av sild og 100 tons av svartkjafti.