Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian í Grótinum á veg á Fuglafjørð

Oliver Joensen

Teir byrjaðu túr 6. mars og veðrið hevur verið ólagaligt, Einar tríggjar bakkdagar hava teir havt á túrinum.

Teir umborð á Christian í Grótinum rokna við at vera á Fuglafirði um fýra tíðina í nátt. Teir hava fulla last, um 2000 tons av svartkjafti. Roknað verður við at teir vera liðnir at landað í annaðkvøld og tá verður farið avstað aftur.
Um fiskiskapin siga teir, at har eru nógv skip á leiðini og at tað sýntist ikki at vera so nógv at fáa teir seinastu dagarnar teir royndu.
Christian í Grótinum hevur landað onkran túrin í Íslandi, men fyri mestapartin er veiðan løgd upp í Føroyum.