Tað hevur gingið væl hjá Norðborg, síðani hon fór udir Ísland á lodnuveiðu. Í telefonini fyri løtu síðani, segði Jón Rasmussen, skipari, at teir liggja stutt úr landi, stutt úr Vestmannaoyggjunum. Vit eru so nær, at radarin sigur einar tveir fjórðingar til nærmastu fjøll, men eg meti at vit eru lítið meira enn 1 1/2 fjórðing úr landi. Við beru eygum síggja vit inn til fleir bóndagarðar, sum liggja her úti á slættanum.
Fiskiskapurin hevur verið brúkiligur, eitt sindur eru vit tarnaðir av veðri, men týsdagin fingu vit 350 tons, mikudagin var illveður og í gjár 320 tons, men í morgun vóru 550 tons í hálinum. Lodnan verður sorterað umborð, honir og hannar vara skild frá hvør øðrum, honirnar verað pakkaðar til Japan og tað gera størstu hannarnir eisini, imeðan teir smáu fara til mjøl. Skipið tekur eini 1350 tons av hesum, so gongur sum nú, verður túrurin ikki langur. Lodnan er lítil fiskur, eini 10 til 12 centimetrar, tað fara umleið 40 til kiloið, sigur Jón Rasmussen skipari á Norðborg.
Tá eg spyrjið Jón Rasmussen um Christian í Grótinum, sigur hann, at Christian í Grótinum skal á svartkjaftaveiðu, teir kunnu slappa av nakrar dagar, tí enn hoyrist ikki so nógv um fiskiskap vestanfyri Írland, men so skjótt nakað er um svartkjaft har, so fer Christian eisini til fiskiskap.




