Christian í Grótinum liggur við bryggju og bíðar eftir, at svartkjafturin tekur seg upp
Christian í Grótinum liggur í løtuni við bryggju í Klaksvík. Teir bíða eftir betri veðrið og til svartkjaftaskipini hava rakt við svartkjaft.
Einstøk føroysk skip royna í løtuni eftir svartkjafti, men ikki hoyrist frá nøkrum serligum fiskiskapi. Fagraberg fór í gjár út at leita eftir svartkjafti og Carlton hevur leitað í umleið 14 dagar, men einki funnið.
Nøkur russisk skip liggja norðanfyri, men tað frættist ikki frá góðum fiskiskapi.




