Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian í Grótinum og LARSEN SEAFOOD

Johan Mortensen

Sum gamal fiskasølumaður vil eg ynskja Chr I Grótinum tillukku og bestu ynskir við keypinum av LARSEN SEAFOOD í Flensburg. Við hesum fær Chr Í Grótinum beinleiðis atgongd til europeiska marknaðin og uttan um verandi toll forðing. LARSEN nýtir sum er eini 7000 tons av makreli sum rávøra so tað er munandi nøgd og við keypinum av virkinum í Bremerhaven koma teir eisini inn á upsamarknaðin. Hetta er størsta frambrot innan føroyskt marketing síðani Tjaldur Seafood i Grimsby og er hetta sama gongd sum hjá Royal Seafood, Domstein, Lerøy og onnur við teimum.

Sum gamal fiskasølumaður vil eg ynskja Chr I Grótinum tillukku og bestu ynskir við keypinum av LARSEN SEAFOOD í Flensburg.  Við hesum fær Chr Í Grótinum beinleiðis atgongd til europeiska marknaðin og uttan um verandi toll forðing. LARSEN nýtir sum er eini 7000 tons av makreli sum rávøra so tað er munandi nøgd og við keypinum av virkinum í Bremerhaven koma teir eisini inn á upsamarknaðin. Hetta er størsta frambrot innan føroyskt marketing síðani Tjaldur Seafood i Grimsby og er hetta sama gongd sum hjá Royal Seafood, Domstein, Lerøy og onnur við teimum. Eg vænti at pelagiska vinnan í Føroyum fer eisini at keypa onnur virki og aktørar uttanlanda.
 
Tað er hugaligt at ætlanir nu eru um at byggja góðskingarvirkir her á landi í næstum og vil eg viðmæla at pelagiska vinnan tosar saman um framleiðslu og marketing. Persónliga vóni eg at eitt av hesum virkjum fer at góðska sild, har eru sera stórir møgulleikar.
 
Søla og marketing hava altíð verið veik lið hjá okkum føroyingum , keypi av LARSEN SEAFOODS er eitt risalop frameftir ! djarvt og rætt hugsað !
 
Nú var ongin olja hjá okkum á hesum sinni, so tað er at vóna at fleiri ungir føroyingar fara at útbúgva seg innan marketing og góðsking av okkara fiski