Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian í Grótinum roktúr

Norðlýsið

Sum skilst er talan um skjótasta túrin nakrantíð hjá hesum Christian í Grótinum, har teir hava fingið uppí av makreli.

Christian í Grótinum fór til fiskiskap seinasta leygarkvøld. Seinnapartin í dag legði hann at bryggju í Fuglafirði, har ein partur av veiðuni verur lagdur upp. Sostatt tók tað bara fimm og eitt hálvt døgn at fylla skipið hesaferð. Christian hevur góð 600 tons, har meginparturin er heysaður makrelur. Sum skilst er hetta skjótasti túrur nakrantíð hjá hesum skipinum at fáa uppí av makreli.