Larsen Seafood er eitt góðskingarvirki í Týsklandi og høvuðsframleiðslan er makrel í dós. Umframt eina makrel framleiðlsu í Flensburg, so umfatar Larsen Seafood eisini eina framleiðslueind í Bremerhaven, ið framleiðir vørur úr upsa og alaska pollok.
Christian í Grótinum samtakið í Klaksvík hevur keypt Larsen Seafood. Larsen Seafood er eitt góðskingarvirki í Týsklandi og høvuðsframleiðslan er makrel í dós. Umframt eina makrel framleiðlsu í Flensburg, so umfatar Larsen Seafood eisini eina framleiðslueind í Bremerhaven, ið framleiðir vørur úr upsa og alaska pollok.
Vit hava í eina tíð arbeitt við møguleikanum at víðarivirka vørur úr tilfeinginum, vit framleiða umborð á skipum okkara M/S Norðborg og Christian í Grótinum.
Ætlanin hjá okkum hevur verið, at hendan víðarivirking skuldi gerast í Føroyum og helst í Klaksvík, men av tí, at tað í dag er ein tollavmarking á upp til 25% á teimum vørun, ið verða framleiddar burtur úr makreli og sild, hevur hetta ikki verið møguligt.
Fyri tíð síðani frættist, at Larsen Seafood var farin í gjaldsteðg og at fyritøkan var til sølu.
Av tí, at hetta hóskaði væl til tær ætlanir vit høvdu arbeitt við, valdu vit at kanna hendan møguleikan nærri. Harumframt sóu vit ein góðan møguleika í hesum við tí fyri eygað at fáa eina stóra vitan um eitt øki, sum kann koma okkum og føroyskum vinnulívi til góðar.
Málið hjá okkum er framvegis at byggja eina verksmiðju í Klaksvík og vit halda, at vit við íløguni í Larsen Seafood hava skapt okkum eitt gott útgangsstøði fyri hesum.
Í dag skrivaðu vit undir ein sáttmála við búðstjóran um, at vit keypa bygningar, maskinur og goymslur yvir í nýstovnað felagið í Týsklandi.
Virksemið í Larsen Seafood er ongantíð steðgað og fyritøkan hevur, í tíðarskeiðnum har gjaldsteðgur hevur verið, røkt sínar skyldur mótvegis kundunum. Hetta merkir sostatt, at vit taka yvir tvær verksmiðjur, ið hava eina framleiðslu og vørur verða seldar hvønn dag.
Uppgávan fyri framman er fyrst og fremst at tryggja viðurskiftini við kundarnar og samstundis at gera alt fyri at fáa økt lønsemi í virkseminum. Hóast fyritøkan hevur givið undirskot seinastu tvey árini, so trúgva vit upp á, at hetta kann broytast.
Fakta:
1. Larsen Seafood hevur tvær framleiðslueindir – eina í Flensburg og eina í Bremerhaven.
2. Ætlanin er at framleiða og selja umleið 3,8 milliónir dósir um mánaðin ella íalt umleið 45 milliónir dósir um árið.
3. Framleiðslukapasiteturin á verksmiðjuni í Flensburg er umleið 80 milliónir dósir um árið og er ætlanin at økja framleiðsluna til hetta støðið yvir næstu árini.
4. Verksmiðjan í Bremerhaven brúkar umleið 3.000 tons av alaska pollok og upsa um árið.
5. Í Flensburg arbeiða umleið 160 fólk og í Bremerhaven arbeiða umleið 50 fólk.




