Krúnprinsahjúnini komu seinapartin heim av Ríkissjúkrahúsinum og nýggji prinsurin kom beinanvegin í heimspressuna
Tey flestu sum kenna til danska kongshúsið siga at nýggji prinsurin fer at eita Christian og tað var ikki smávegis móttøku prinsurin fekk.
Umframt at DR sendi beinleiðis frá heimtúrinum av Ríkissjúkrahúsinum til Fredensborg so var øll tann danska pressan savna á móttøkuni. Harafturat var heimspressan umboða og myndir av kongasoninum vóru vístar í BBC World, CNN og óivað eisini í Australsku fjølmiðlunum.




