Klaksvíkar Ítróttarfelag hevur í dag sent Starvsnevndini í FSF klagu við áheitan um, at Aganevndin tekur málið viðvíkjandi leikaraloyvinum hjá Christiani Mouritsen til viðgerðar.
Eftir stutta viðgerð í Starvsnevndini varð málið um leikaraloyvið hjá Christiani Mouritsen sent aftur í Kappingarnevndina.
Men Kappingarnevndin staðfesti, at hon hevur ikki heimild til at taka málið upp av nýggjum.
Heldur ikki er heimild fyri, at feløg kunnu kæra avgerð hjá Kappingarnevndini viðvíkjandi leikaraloyvum, men tó hevur Starvsnevndin sambært somu reglum heimild til at leggja eitthvørt mál fyri Aganevndina.
Klaksvíkar Ítróttarfelag heitir tí nú á Starvsnevndina um at leggja málið fyri Aganevndina.
Sostatt skal Starvsnevndin nú viðgera sjálvt málið, og um málið skal sendast Aganevndini.




