Eftir nógv spennandi og hendingarík ár í USA, er Christian Nagata (Christian hjá Agnar á Dul) komin heim aftur á klettarnar .
4. februar í ár, tók hann við sum fíggjarleiðari hjá Føroya Shell og kemur hann at halda til á Viðanesi í Havn. Christian kemur at avloysa Vilbjørg Eikhólm, sum eftir egið ynski, hevur valt at fara í annað starv í bókhaldinum hjá Føroya Shell. Vilbjørg hevur arbeitt 17 ár hjá Føroya Shell og hevur hon trivist sera væl. Vilbjørg sigur í stuttari viðmerking, at hon øll árini hevur haft tað sera gott og takkar hon leiðsluni fyri, at hon fekk møguleikan at fara í annað starv, nú hon hevur sagt fíggjarsessin frá sær.
Norðlýsið hitti Christian tá hann var á fundi við leiðsluni hjá Føroya Shell í Árnafirði fyrst í mánaðinum




