Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Christian R. Mouritsen til B36

Jákup Ósá

Tí bendur okkurt á, at Hans Pauli Samuelsen heldur fram í Víkingi.

B36 boðar í kvøld frá, at felagið hevur fingið ein av profilunum frá HB. 

B36 hevur roynt at fingið ein álopskendan miðvallarleikara í hópin. Felagið hevur tosað við Hans Paula Samuelsen, men tað skiftið verður kanska ikki til veruleika, tí nú hevur B36 fingið ein profil frá grannunum til hópin. Tí er kanska mest sannlíkt, at Hans Pauli Samuelsen heldur fram í Víkingi. 

B36 heimasíðan skrivar:

Christian Restorff Mouritsen hevur í kvøld skrivað undir avtalu við B36. Sáttmálin er galdandi í tvey ár.

Christian er ikki nakað ókent navn her hjá okkum. Hann hevur fyri tað nógva spælt í HB, umframt at hann eisini royndi seg sum fótbóltslærling hjá Manchester City. Men seinnu hálvu í 2009 og alt 2010 var hann partur av hópinum her hjá okkum.

Tekniskt sterki kanturin hevur í nógv ár verið ein av mest eyðsýndu spælarunum í føroyskum fótbólti, og á listanum hjá Norðlýsinum, har upplegg eisini verða skrásett, hevur hann støðugt verið ímillum teirra, sum eiga næstseinasta fótin á nógvum málum.

27 ára gamli spælarin hevur spælt 173 dystir millum teir fremstu her á landi, og hevur hann skotið 53 mál í hesum dystum. Eisini hevur hann spælt 19 A-landsdystir, og er hann skrásettur fyri eitt mál.

Og so er tað sjálvandi hitt við ætarbondunum. Christian er nevnliga abbasonur Eivind Mouritsen, sum var ein av stovnarunum av B36.