Í dag, 7/7 eru júst 60 ár síðani Christianskirkjan var vígd
Sunnudagin verður hetta markerað við eini hátíðargudstænastu , sum Marjun Lómaklett prestur hevur. Eisini syngur kórið í Christianskirkjuni, og við hornblástri setur Andras Sólstein dám á gudstænastuna.
Talvan gongur fyri Christianskirkjuna.
Eftir gudstænastuna er kirkjukaffi í kirkjukjallaranum, har Jógvan Ravnsfjall greiðir stutt frá um kirkjuna. Øll eru hjartaliga vælkomin!



