Cirkus Baldoni vitjaði í Føroyum á fyrsta sinni í 2003, og tað var ein stór uppliving.
Í 2007 vitjaði sirkusið aftur, og tað hevur síðan verið her á hvørjum ári við eini nýggjari og spennandi framførslu, og leiðslan lovar, at hetta fer at endurtaka seg javnan. So tað ber uttan iva til at siga, at tað er vorðin ein fastur táttur, at Cirkus Baldoni vitjar í Føroyum.
Stórframførslur
Aftur í ár hevur Cirkus Baldoni lagt alla orku í at seta upp eina spennandi framførslu fyri alla familjuna. Framúr gott undirhald við djørvum, stuttligum og spennandi framførslum úr Kina, Ungarn, Onglandi og Danmark. Hetta eru stórframførslur, sum allar hava vakt stóran ans á tí víðagitna sirkusfestivalinum í Monte Carlo.
Fyri fyrstu ferð í Norðurevropa
Fyri fyrstu ferð nakrantíð fara vit at kunna uppliva ikki færri enn tvær framførslur, sum ongantíð áður eru vístar í einum norðurevropiskum sirkusi, eitt nú ”Maðurin við teimum 100 andlitunum”, sum er ein listafín framførsla, har ið leikarin skiftir gekkaskortar á heilt serstakan hátt. Ikki minni undranarverd er framførslan, har ið sirkusleikarin, meðan hann súkklar á eini 2½ metra høgari súkklu, loftar smáum skálum á høvdinum, sum hann lættliga og smidliga blakar upp hagar við fótinum, og hann endar við at blaka eina teskeið upp í skálirnar.
Harumframt fara vit eitt uppliva eina ótrúliga framførslu, har ein bogaskjútti, meðan hann stendur á hondunum, skjýtur eina ørv við fótunum – og sjálvandi rakar beint. Eisini fara vit at síggja rola rola, høga stólajavnvág, jonglering, akrobatar og nógv annað.
Óførur stuttleiki
Nú ber til at flenna í kíki. Klovnarnir Danilo & Danila fara eitt nú at vísa, hvussu kønir teir eru í disco-dansi og hvussu væl teir duga at mjólka. Øllum børnum dámar ta framligu leyvuna Leonardo, og hon fer enn einaferð at undirhalda og arga Baldoni, og so fara vit eisini at síggja Thessa Daniella saman við Freddi Steckel í tí framúrskarandi kaskadørframførsluni, har tey blaka seg sjálv og hvørt annað út í nýtt akrobatiskt kæti. Sum altíð er tað Baldoni sirkusstjóri, ið kunnar um hvørja framførslu.
Loyndarmálið handan yndissirkusið
Hjá Baldoni verður orðingin ”øll familjan” tikin í álvara. ”Tá ið vit skipa okkara framførslur, hevur tað týdning, at øll fáa eina góða uppliving og ikki bara børnini ella bara tey vaksnu. Vit leggja dent á at velja tær røttu framførslurnar og seta tær saman á ein hátt, so tær fanga allar aldursbólkar. Tá ið vit velja út, hyggja vit eisini at, um sirkusleikararnir sýnast jaligir og blíðir, so fólk merkja, at teimum dámar tað, ið teir gera, og vit vissa okkum, at framførslurnar ikki eru ov drúgvar. Tað er einki so keðilig sum at síggja ein dugnaligan sirkusleikara, sum sær út til at keða seg ella dregur tíðina, tí so tíma tey yngstu ikki at hyggja, og tey fara at spæla, práta ella annað, og tað órógvar hini”, sigur René Mønster listaligur leiðari. ”I Cirkus Baldoni gera vit tí nógv fyri at øll framførslan skal hanga saman, t.e. at framførslurnar eru tvinnaðar saman á rættan hátt í tí røttu raðfylgjuni o.s.fr. Tað gera vit saman við leikstjóra okkara, og tað tekur nógvar mánaðir”, sigur René Mønster at enda. Tað er tí ikki uttan orsøk, at tað eru mong, ið nevna Cirkus Baldoni yndissirkusið hjá allari familjuni og ikki bara hjá børnunum.
Hvar og nær
Cirkus Baldoni hevur framførslur á hesum støðum:
mán 31/8
Vestmanna Vestmanna Høllin 19.00
týs 01/9
Miðvágur Høllin á Giljanesi 19.00
mið 02/9
Klaksvík KÌ-Høllin 19.00
hós 03/9
Runavík Idrætshøllin 19.00
fri 04/9
Fuglafjørður Ítróttarhøllin 19.00
ley 05/9
Tvøroyri Høllin I Trángesvagí 14.00
sun 06/9
Tórshavn Høllin á Hálsi 15.00 og18.00
Atgongumerki kunnu bíleggjast og keypast á www.cirkusbaldoni.com ella á Kunningarstuvan Tórshavn og Kunningarstuvan Klaksvík ella keypast í forhøllini 1 tíma undan sýning. Lesið meira á www.cirkusbaldoni.com




