Mánadagin 18 juni lat nýggi Cityhandilin upp í Klaksvík. City hevur eitt breitt úrval av vørum til skrivstovur, men eisini til privatfólk.
Í rúmligu og snotuligu hølunum á Kósini, har vit fyrr komust við navnið Com-Data, heldur City nú til.
Vit vitjaðu inn á gólvið mánadagin tá latið var upp, og sigast má, at nýggi handilin hevur eitt úrval, sum saknur hevur verið í í Klaksvík í langa tíð, og kanska serstakliga síðani Jógvan Tróndheim lat sín handil aftur.
Úrvalið er kanska fyrst og fremst teldur og telduútgerð, bæði til vinnulívið og privatfólk, men afturat hesum er eisini hópur av ymiskari útgerð til skrivstovur og heimið.
Tað er stórfyritøkan Nema, ið eigur City og afturat hesum handlinum, spennir fyritøkan sera víða við tað, at Nema eisini eigur fyrrverandi Faroe Dane, Reproz og Com-Data.
Í sama bygninginum í Skálagarði á Kósini heldur eisini tekniski parturin av fyritøkuni til.
Tað eru teir báðir Christian Nagata og Rolf Herup Olsen, sum eru stjórar og meðeigarar av stórfyritøkuni.




