Tað eru nú sekstan lið eftir í størstu evropeisku steypakappingini, Champions League. Í kvøld skulu fýra lið í eldin. Bayer Leverkusen tekur ímóti Paris Saint-Germain og Manchester City tekur ímóti FC Barcelona.

Champions League: Tað er líkt til at dysturin millum City og Barcelona er tann mest áhugaverdi í kvøld. City hevur ongantíð reiðiliga fingið fótin fyri seg í Champions League síðani teir nýggju og ríku eigararnir tóku við.
Barcelona hevur klárað seg væl í hesi kapping seinastu árini. Tríggjar ferðir síðani 2006 hevur tað eydnast Barcelona at vinna størstu evropeisku kappingina.
Manchester City hevur longu nú, hóast bólkaspælið hálvavegna var avgjørt tá, megnað at vunnið á útivølli ímóti Bayern Munchen. Bayern má metast at vera eitt tað besta liðið í Evropa fyri tíðina.
Hetta er altso fyrri dystur av tveimum, sum City og Barcelona spæla. Dysturin byrjar klokkan 19.45.
Í morgin standa Arsenal og Bayern Munchen og AC Milan og Atlético Madrid fyri tørni.