Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

City vann 3-1 á Liverpool

Danial Viðoy

Premier League: Manchester City vann í kvøld ein lutfalsliga tryggan sigur á Liverpool. Hóast Liverpool í stórum pørtum av dystinum hevði bóltin mest, var City kaldari og megnaði at seta tey neyðugu álopini í gongd og tey neyðugu málini í kassan.

Premier League: Manchester City vann í kvøld ein lutfalsliga tryggan sigur á Liverpool. Hóast Liverpool í stórum pørtum av dystinum hevði bóltin mest, var City kaldari og megnaði at seta tey neyðugu álopini í gongd og tey neyðugu málini í kassan.

2. umfar í PL: Hóast Liverpool hevði bóltin fyri tað mesta í fyrra hálvleiki, var tað Manchester City, sum var omaná, tá ið farið var til hálvleiks.

Stutt fyri hálvleik, hevði Manchester City eina góða løtu inni á Liverpool-hálvuni. Nasri spælir ein frekan bólt úr høgru til Silva, sum ikki reiðiliga fær stýr á bóltinum. Lovren frá Liverpool fær stúta bóltin eitt sindur av vandaleið, men har kemur Jovetic, og so at siga rænir bóltin frá Moreno, ið ikki var klárur at beina bóltin burtur.

Spanski Alberto Moreno er eitt av nýggju keypunum hjá Liverpool í ár. Áðrenn hesa støðuna hevði hann annars víst góðar taktir, men í hesi støðuni sást, at leikarin úr sponsku kappingini skal venjast við høga støðið í Premier League.

Men soleiðis er eisini tá ið eitt lið ikki fær nakað burturúr at hava bóltin. Tí Liverpool burdi fingið eitt sindur meira burturúr mongum støðum í fyrra hálvleiki. Og ímóti einum sterkum liði sum Manchester City, verður mann revsaður.


Seinni hálvleikur

Liverpool kom betri út til seinna hálvleik, og tað manglaði lítið í, at Liverpool javnaði, men Sturridge var akkurát rangstaddur. Men í 55’ minutti var aftur galið hjá Liverpool.

Manchester City hevði bóltin eina løtu, setti ferð á, í ordans tiki-taka-stíli; og endin var at Jovetic aftur var á røttum stað og skoraði til 2-0. Eitt gott mál.

Í 69’ minutti kom Aguero inn og í sama minutti, í fyrstu nerting, skoraði hann til 3-0. Hetta vóru bert 23 sekund eftir, at hann var komin inn. Aguero fekk eina góða sending frameftir úr høgru síðu og trygt setti hann bóltin í netið.

Men Liverpool gavst ikki heilt, hóast hetta triðja málið. Í 83’ minutti skoraði nýinnkeypti og nýinnskifti Rickie Lambert, eftir eitt gott forarbeiði frá Daniel Sturridge.

Stutt aftaná málið fekk Lambert ein 100%-kjans, men valdi at royna eina avlevering, sum fórst burtur í einki.

Betra liðið vann í kvøld.


Hini úrslitini frá 2. umfari í Premier League:

Everton – Arsenal 2-2

Swansea – Burnley 1-0

Southampton – West Bromwich 0-0

Crystal Palace – West Ham 1-3

Chelsea – Leicester 2-0

Aston Villa – Newcastle 0-0

Hull – Stoke 1-1

Tottenham – Queen Park Rangers 4-0

Sunderland – Manchester United 1-1