Klaksvík
7,8°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Claus Bech givin á landsliðnum

John William Joensen

Í Sosialinum í kvøld ger Claus Bech Jørgensen klárt at hann ikki er tøkur til Føroyska landsliðið

Sosialurin skrivar m.a.
– Eg havi mist gleðina at spæla á landsliðnum, sigur Claus Bech Jørgensen, sum var avsettur til dystin ímóti Skotlandi og ongantíð kom á vøllin.

Claus Bech Jørgensen takkar í dag fyri seg á føroyska fótbóltslandsliðnum. Miðvallarspælarin, sum í sjey ár hevur verið yrkisspælari í Onglandi, hevur mist hugin at spæla á landsliðnum, og tí hevur hann í morgun boðað frá, at hann gevst á landsliðnum.

– Soleiðis sum forholdið millum meg og landsliðsvenjaran er blivið, er tað best, at eg haldi meg burtur, sigur Claus Bech Jørgensen við Sosialin í dag.

– Eg hevði ikki droymt um, at eg skuldi fara at siga nei til at spæla á einum landsliði, men eftir at hava hugsað meg væl um, eri eg sannførdur um, at hetta er rætta avgerðin. Eg havi mist gleðina at spæla á landsliðnum, sigur hann.

Les samrøðu við Claus Bech Jørgensen í Sosialinum í kvøld.

Harleywoodpaint