– Dagliga arbeiðið á vaskarínum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fær nátúrliga ikki ta nógvu umrøðuna, men hósdagin á ársins Summarfestivali fekk vaskaríið eina ógvuliga forkunnuga uppgávu, sum varð umbiðin av ongum minni enn heimsstjørnuni Sir Cliff Richard.
– Dagligaarbeiðið á vaskarínum á Klaksvíkar Sjúkrahúsi fær nátúrliga ikki ta nógvuumrøðuna, men hósdagin á ársins Summarfestivali fekk vaskaríið eina ógvuligaforkunnuga uppgávu, sum varð umbiðin av ongum minni enn heimsstjørnuni SirCliff Richard.
Tað vístiseg, tá ið Cliff Richard var komin til Klaksvíkar, at konsertjakkin hjá honumvar blivin eitt sindur rukkutur á ferðini úr London, og sum kunnugt kann einheimsstjørna ikki fara á pallin í rukkutum jakka.
Snarboðvórðu tí send eftir einum av royndu starvsfólkunum á vaskarínum, ElisabethGuðjónsson, um at koma og gera hann slættan aftur. Jakkin varð fingin í hennarakønu hendur, og tað gekk ikki long tíð, so sá jakkin út sum nýggjur, og CliffRichard kundi fara óræddur á stóra pallin á Vágsbøi.
Klaksvíkar Sjúkrahús fær nútímansvaskarí
Henda stuttligahending fór fram, samstundis sum Klaksvíkar Sjúkrahús er í holt við atnútímansgera vaskaríið á sjúkrahúsinum. Nýggjar maskinur og útgerð eru keypt tilvaskaríið, sum nú verður innrættað og skipað sambært dagførdum krøvum ogmannagongdum.
– Hetta erein liður í støðuga arbeiði okkara at akkreditera Klaksvíkar Sjúkrahús sambærtaltjóða reglum, so vit framhaldandi verða fult á hædd við øll onnur nútímanssjúkrahús, sigur Súsanna Olsen, varastjóri á Klaksvíkar Sjúkrahúsi.
– Tað erumráðandi, at dagføra og framtíðartryggja allar partar av virksemi okkara,soleiðis at tænasturnar her á sjúkrahúsinum støðugt eru á fult nøktandi støði.
– Reinførihevur alstóran týdning á einum sjúkrahúsi, og her hevur vaskaríið sjálvsagt einsentralan leiklut, sum verður væl útintur av okkara dugnaligu og royndustarvsfólkum.
– Men maskinurnarvóru farnar at eldast og hølisumstøðurnar tað sama, og ein endurnýggjan var tíneyðug. Umframt nýggju útgerðina verður vaskaríið eisini innrættað og skipað avnýggjum sambært nýggjastu vitanini á økinum, upplýsir Súsanna Olsen.
Tað er ReginOlsen, maskinmaður á Klaksvíkar Sjúkrahúsi, ið stendur fyri meginpartinum avarbeiðnum dagføra vaskaríið á sjúkrahúsinum, sum ætlast at verða liðugt umleið1. oktober 2016.




