Tónalagið millum forsetavalevnini hjá Demokratiska flokkinum í USA hevur verið munandi meira dempað enn tilsvarandi tónalag millum republikansku valevnini. Men nú tykist sum at vend er við at koma í.
Í einum orðaskifti millum Hillary Clinton og Bernie Sanders í nátt, minti Sanders millum annað á, at Clinton hevði tikið undir við krígnum í Irak og hetta segði hann prógva hennara manglandi dømievni. Hann viðgekk samstundis, at fyrrverandi uttanríkisráðharrin hevði neyðugu royndirnar og gløggskygnið sum skulu til, fyri at vera forseti í USA.
Clinton svaraði aftur við at siga, at Sanders var sera illa fyrireikaður til at fremja sjálvt síni týdningarmestu vallyfti.
“Eftir míni hugsan skalt tú vera til reiðar at stjórna frá fyrsta degi, um tú vilt vera leiðari,” segði hon.
Clinton liggur á odda
Um Sanders skal vinna kappingina um at gerast demokratiskt forsetavalevni, má hann vinn 68 prosent av nevndarmonnunum, sum eftir eru at velja.
Týsdagin verður undanval í New York, har 291 nevndarmenn skulu veljast. Vinnur Clinton hetta valið, eru smáir møguleikar hjá Sanders at gerast forsetavalevni. Men vinnur hann, so er aftur kapping um plássið.
Meiningarkanningar siga, at Clinton fer at fáa 53,1 prosent av atkvøðunum og Sanders 39,3 prosent.




