Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Clinton – stóri visionerurin

John William Joensen

Hóast spurnartekin kunnu seta við politisku úrslitini, sum Clinton náddi sum forseti, so er hann framhaldandi ein av størstu visionerunum á altjóða politiska pallinum – og til at selja boðskap er hann meistari.

Amerikanski forsetin Bill Clinton í stuttum

Ein nýggj byrjan var slagorðið, sum gjørdi at Bill Clinton gjørdist forseti í heimsveldinum USA.

Stórir forvantningar vóru til nýggja forsetan og menn hansara, tá teir tóku við valdinum í Hvítu Húsunum í 1993.
Teir høvdu setta sær stór mál og lovaðu nógv í valstríðnum og á odda fyri hesum stóð Bill Clinton, sum serliga hevði góð evni til samskiftið.

Longu í januar mánaða 1993 bleiv nýggi forsetin ósamdur við ovastu herðnarligu leiðsluna í USA – tá hann tók stig til at samkynd eisini kundu gera herðnartænastu. Men skjótt gjørdist greitt at mótstøðan móti hesari ætlan var so stór – at forsetin noddist at søkja semju og endin var eitt kompromi – sum í stuttum gongur út uppá, at fólk, sum skulu gera herðtænastu í USA ikki vera spurd um tey eru samkynd ella ikki.
Tó er tað framhaldandi ólógligt at vera opið samkyndur í amerikanska herðinum.

Eitt av stóru vallyftunum hjá Bill Clinton – var ein nýggj sjúkratrygging fyri allar amerikanarar – men júst hendan ætlanin gjørdist eitt stórt vónbrot fyri Clinton.

Stutt eftir at hann var blivin forsetin setti hann konu sína – Hillary Clinton – á odda fyri arbeiðinum at endurskoða sjúkratryggingan og koma við einum uppskotið um almenna sjúkratrygging.

Uppskotið, sum bleiv lagt fyri kongressuna í 1994 fekk harða mótstøðu – serliga tí tað førdi við sær nýggjar almennar stovnar og stórar almennar útreiðslur til umsiting. Endin var at uppskotið fall – fleiri av flokksfeløgum hjá Clinton atkvøddu ímóti.

Síðani bleiv nógv fokus sett á innlendismálaráði hjá forsetanum. Hetta hendi tá FBI agentar royndu at taka ein bóndagarð har relgiøs sekt hevði víðgirt seg.
Endin var at eldur varð sett á garðin og eini 80 limir í sektini doyðu í sorgarleiki – sum var sendur beinleiðis í sjónvarpið kring allan heim.

Clinton megnaði at fáa eina fíggjarlóg gjøgnum kongressuna, sum minkaði um tað sera stóra undirskotið, og fekk tveir sera populerar dómarar valdar inn í hægstarætt..

Hann undirskrivaði Norður Amerikansku fríhandilsavtaluna millum USA og Canada (NAFTA) í 1993 og altjóða avtaluna sum er kend undir heitinum (GATT) sum førdi til stovningina av altjóð handilsfelagsskapinum WTO.

Bill Clinton fekk eisini kongressina at loyva serligum almennum abort klinikkum – og stramaði vápnalógina við umsóknartíð og einum eftirlitsstovni (the Brady Bill) í 1993.

Men hóast Bill Clinton sjálvur var en populerur forseti – so vantaðu politisku úrslitini og tað endaði við at Republikanarnir vunnu valdið í baði kongressuni og senatinum í november 1994.

Á uttanríkispolitiska økinum kom forsetin undir trýst – tá amerikanskir herðmenn – sum hjálptu til við at verja ST hjálpararbeiði í Somalia – komu í eina fellu í maj 1993. Krígsharrin Mohamed Farah Aidid dróg líkini av amerikanskum herðmonnum gjøgnum gøturnar og endin var at amerikumenn trektu seg út úr Somalia.

Hetta gjørdi at Bill Clinton ikki vildi senda amerikanskar herðmenn inn í Rwanda og tá hvørki ST ella altjóða samfelagið vildi traðka til vóru umleið 800.000 borgarar í afrikanska landinum avrættað í einum av óhugnaligastu sorgarleikunum í søgnuni. Hetta hendi í 1994 og kritikkurin heglaði oman yvir ST og amerikansku stjørnina.

Eitt av hæddarpunktunum í forseta tíðini hjá Clinton vóru royndir hansara at fáa frið í miðeystri.

Friðaravtalan millum Jordan og Ísrael var undirskrivað í Hvítu Húsunum á sumrið 1994. Í septembermánaða sama árið var ein avtala gjørd milum Ísrael og PLO.

Í oktober mánaða 1993 fekk ein altjóða herðdeild undir leiðslu av USA innsett fólkavalda Jean-Bertrand Aristide sum forseta í Haiti – hann hevði mist valdið við eitt herðnarkvett.

Í 1995 var ófriður í fyrrverandi Jogoslavia. Bill Clinton noktaði fyri at seta herðdeildir inn í stríði móti Milosovic – og ístaðin vóru flogfør nýtt. Men hóast NATO hevði ræði í luftini so foraði hetta ikki fyri fólkamorðinum, sum Joguslaviski forsetin – Milosovic stoð á odda fyri.

Á heimafrontinum samráddi Clinton seg til eina semju við Kongressuna og í august 1996 undirskrivaði hann eina lóg sum endureisti arbeiðsloysis stuðulin sum amerikumenn fáa.

Í november mánaða 1996 bleiv Clinton afturvaldur við 49 prosentum av atkvøðunum – og bleiv harvið næsti demorkratiski forsetin síðan Roosenvelt, sum sat tvær setur.

Í 1997 fekk hann semju í kongressuni um eina fíggjarlóg sum gav skattalættar og økti úrtreiðslurnar til sosial endamál.

Í Apríl mánaða 1998 megnaði sendimaðurin hjá Clinton – George Mitchell – at fáa partarnar í Norður Írlandi at skriva undir eina søguliga friðaravtalu.

Skuldsetingar um at Clinton og Al Gore høvdu brúkt Hvítu Húsini til at skaffa pening til valstríði í 1996 endaðu við at statsadvokaturin Janet Reno eftir drúgvar kanningar reinsaði Clinton.

Í 1998 kom so skandalan við Monicu Lewinsky sum endaði við at kongressin atkvøddi um at seta eina ríkisrætt. Hetta var ikki tí at forsetin hevði verið ótrúgvur – men tí at forsetin beinleiðis hevði logið fyri eini kanningarnevnd.

Í august mánaða skrivaði Clinton søgu tá hann varð fyrsti forsetin – sum varð noyddur at vitnað fyri einari dómaranevnd um saman málið.

Ì sjónvarpsrøðu sama kvøld viðgekk forsetin, at hann hevði verið ótrúgvur, men avsannaði samstundis at hann hevði biði nakran um at lúgva fyri at ávirka kanningarnar í málinum.

Clinton bleiv fríkendur í februar 1999 tá minni enn kravu tveir triðingarnir av senatinum stemmaði fyri misálitinum á forsetan fyri at hava logið og arbeitt ímóti rættarvaldinum.

Í junimánað 1999 undirskrivaði Slobodan Milosevic undir eina friðaravtalu eftir at NATO hevði bumba Serbia í 78 dagar.

Sum forsetavalið í 2000 nærkaðist helt Bill Clinton á við at stuðla Al Gore í kappingini við George W Bush.

Eftir at Al Gore tapti forsetavalið, stríddist Clinton við at fáa eitt gott eftirmælið og kom við nógvum útmeldingum. M.A boðaði hann frá einum røð av lógar uppskotum um umhvørvið og sosial viðurskifti. Men tann alsamt vaksandi ófriðurin í miðeystri tók meira av tíðini hjá forsetanum og Clinton brúkti sínar seinastu dagar sum forseti til eina roynd at fáa stjórnurnar í Ísrael og Palestina til samráðingarborði.

Hóast Clinton, sum forseti ikki náddi nógvu politisku málini hann lovaði amerikumonnum – so verður hann mintur sum tann forsetin ið dugdi sera væl at samskifta.

Í dag er hetta vørumerki hjá Clinton – hann ferðast kring heimin og heldur fyrilestrar og næsta stop er Tórshavn – Føroyar.

Í morgin kl. 13 verður hann í Norðurlandahúsinum í Tórshavn.

Harleyfacadeacryl