icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Closed for maintainance

Jóhann Lützen

Visit Norðoy fer næstu dagarnar saman við Klaksvíkar Kommunu og Visit Faroe Islands at bjóða vælkomin til sera spentar útlendingar og føroyingar sum koma at verða við í átakinum Closed for Maintainance.

 

Closed for maintainance er eitt voluntourism átak – sjálvboðið átak,  har vit bjóða útlendingum og føroyingum at verða við at varðveita føroysku nátturuna við serligum átøkum hvørt ár. Í í ár er tað bygdagøturnar í Árnafirði sum arbeitt verða verður við, td uppmerkja gøturnar, skelting og byggja portur og stigar upp um hegn. Ein partur av hesum er eisini at seta kunningarskeltið upp við tingstaðin í Køtlum.

Átakið byrjar fríggjamorgunin og endar seinnapart leygardagin. Samskipari av átakinum er dugnaliga Vár Joensen á Visit Norðoy saman við Hans Hjalta Skaale og hansara óføra toymi í býarfríðkanini.

Á Kunoynni eru tey eisini við í átakinum. Tað er gøtan í Gjánunum sum arbeitt verður við og er framhald av arbeiðinum í fjør við at seta kongar og ketur upp úr rustfríum tilfari. Tað er Jákup Jacobsen frá felagnum Skarðsbygd og Bygdasavninum Bríkin saman við Kunoyar Kommunu sum hevur ábyrgdina av verkætlanini.