Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Club 700 heldur 4 ára føðingardag

Jákup Ósá

Martin Joensen spælir til intima konsert til serliga høvið, har serlig trýrættað matskrá er sett saman.

Martin Joensen spælir til intima konsert til serliga høvið, har serlig trýrættað matskrá er sett saman.

Club 700 hevur 4 ára føðingardag í vikuskiftinum. Seinastu tíðina er eisini matur fingin til keyps, nú Kim Bjarnaberg Hansen hevur opnað virksemi í ovarau hæddini í Club 700. Og leygarkvøldið verður bæði konsert og matur í ovaru hæddini.

Bílegging

Trubadoururin Martin Joensen spælir konsert frá kl. 21.00 til kl. 23.30 leygarkvøldið. Hetta er í sambandi við, at húsið bjóðar trýrættaða matskrá fyri 270 kr. Forrætturin er hummara súpan, høvuðsrætturin er piparbúffur og omaná er Crémé Brulee dessert.

Einans 40 sitipláss eru í húsinum, so fyrireikararnir heita á fólk um at bíleggja í góðari tíð, um tey ætla sær borð. Bílegging fer fram á tlf. 503333.

Seinni um kvøldið er pub quiz, livandi tónleikur við Júrghinn, meðan diskotek verður í niðaru hæddini. Til pub quiz’ina verða millum annað tvey atgongumerkir til dansin í KÍ høllini 9.mars hjá Bláa Skýlinum burturlutaði.

Harleywoodpaint