Harley
Klaksvík
6,3°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Coastara-sáttmáli gjørdur

Oliver Joensen

Jan Højgaard er væl nøgdur við nýggja sáttmálan, sum Fiskimannafelagið hevur gjørt við fýra coastara-reiðarí, ið standa uttanfyri Reiðarafelagið fyri Farmaskip.

Jan á Sjómannadegnum

Jan Højgaard er væl nøgdur við sáttmálan, sum í seinastu viku varð gjørdur við fýra Coastara-reiðarí

Sjómannadeildin í Føroya Fiskimannafelag skrivaði í seinastu viku undir sáttmála við tey fýra coastara-reiðaríini sp/f Frakt & Sand, p/f Sandgrevstur, sp/f Sekstant og sp/f Vermland.
Hesi fýra reiðaríini standa uttanfyri Reiðarafelagið fyri Farmaskip, sum eisini hevur sáttmála við Fiskimannafelagið.
Jan Højgaard, formaður í Føroya Fiskimannafelag, er væl nøgdur við sáttmálan, sum nú er komin í hús.
”Partarnir hava prátað saman síðani í fjør heyst og spakuliga eru vit komnir ásamt um ásetingarnar. Talan er um ein minimumssáttmála, men veruligu lønirnar hjá hesum fýra reiðaríunum eru hægri, enn sáttmálin ásetir, sigur hann.
Sáttmálin er galdandi til 1. mars 2016 og kann lesasther.