Á fiskivinnustevnuni sýnir Com-Data fram avreiðingar- og avrokningarskipanina ið hevur vakt stóran ans millum vinnulívsfólk
Henda skipan er ætlað teimum, sum ynskja fleiri møguleikar enn gamla Avrokning- & Lønarskipanin kann bjóða.
Henda skipan kann bæði nýtast av fiskakeyparum sum ein avreiðingarskipan (millum skip og virki), og av reiðaríum sum ein avreiðing- og avrokningarskipan (millum skip og manning).
Sum nakað nýtt er eitt modul gjørt til skipanina, har tað er møguligt at avrokna uppá ársbasis. Ársavrokning er kend bæði úr Íslandi og Noregi og er eisini roynd í Føroyum.
Í mun til vanliga avrokning, har manning verður avroknað fyri hvønn túr sær, so arbeiðir manningin nú fyri eina miðal dagløn.
Nakrir fyrimunir við ársavrokning:
- Reiðarí hevur færri trupulleikar at manna skip til minni gevandi túrar.
- Manning hevur bert áhuga í at samla sær so nógvar sjódagar, sum til ber. Hetta heldur enn bert at virka fyri at verða umborð teir góðu túrarnar.
- Manningin kann kann betur leggja sær sína frítíð til rættis.
Við royndum við skipanini her á landi í 2 ár, hava úrslit víst, at nýggja skipanin er til gagn fyri bæði reiðarí og manning.




