Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

COMEBACK Heini

John William Joensen

Heini O Heinesen sum gjørdist nummar 6 á listanum hjá Tjóðveldinum hevði komið á ting um talan var um løgtingsval.

Gamli Tjóðveldismaðurin úr Kunoy er komin aftur á politiska landkortið.
Hann gjørdi eitt gott val og megnaði at hála 218 atkvøður kring um í landinum til sín.
Hetta er nokk til eitt sætta pláss – frammanfyri Hergeir Nielsen sum hevði verið seinast valdi Tjóðveldismaðurin um talan hevði verið um eitt løgtingsval.

Samanumtikið ávirkaðist valúrsltiið hjá Tjóðveldinum í Norðoyggjum ikki av at Karsten Hansen rýmdi úr flokkinum.

Samanteljing.
Tjóðveldi  5848
Listin 236

1   Høgni Hoydal 2557
2   Annita á Fríðríksmørk 625
3   Sjúrður Skaale 542
4   Bjørt Samuelsen 336
5   Tórbjørn Jacobsen 327
6   Heini O. Heinesen 218
7   Hergeir Nielsen 183
8   Bergtóra H. Joensen 151
9   Heidi Petersen 131
10 Óluva Klettskarð 115
11 Olga Biskopstø 94
12 Páll á Reynatúgvu 93
13 Sólfríð Fjallsbak 77
14 Jórun Høgnesen 58
15 Petur í Gong 44
16 Jákup Petersen 34
17 Róaldur Jákupsson 14
18 Maria Kristiansdóttir 13