Harleywoodpaint
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Compagie A&O framførir leikin KAO?

John William Joensen

Klovnurin KaO? er ein sýning nóg rík til at fanga, røra og fáa børn sum vaksin at flenna…” og í annaðkvøld verður møguleiki at upplivað framsýningina í Badmintonhøllini

Í Badminstonhøllini í Klaksvík 24. juni kl. 19:00 ATGONGUMERKI VIÐ DYRNAR

" Masochistur, sjálvupptikin, bevegandi, soleiðis vísir seg O fyri okkum. Ómetaliga presisur, ambitiøsur í tí sum hann ger, og við eina rútmusansu og rúmsansu, sterkari hjáveru og ein koreografi av lættleika sum ger okkum offarin. Joél Colas vísir eina originellu og spennandi klovnasýning."

"Við stórum snildi og skaldskapi blandar O latur og álvara"
"O er ein klovnur í litum. Ílatin í svørtum og hvítum, undirstrikar hansara smyrsl andlitsbrá hansara, ger tað gróvari og fer livandi persónligheitin at trína meira livandi fram "…

"Hann byggur í subtilum núansum upp fleiri løg, ymisk til ymiskar áskoðarar og hálar okkum við til eitt følsomt innara landslag"

"Einsemið hjá einum klovni"

"Joél Colas er ein klovnur eins gávuríkur sum nágreiniligur og neyvur. Hann dugir at benda, at tulka, at byggja upp sítt spæl sum ein avskepling".

"Hann tekur okkum við á rannsókn millum ljóð, sum hann framleiðir við brúk av lutum, sum hann letur rista við mikrofonini, og so hoyra vit afturljóð sum musikalska bakgrundslag til tað sum hann ger í rørslu.”

"Við nøkrum dosum, tveimum borðum og nøkrum lutum sum hann nýtir øðrvísi enn vit gera til dagligt, framførir O senur sum bera fram fleiri listagreinar og hervið bera fram eina sorgblíða søgu um einsemi. Huglagið í teimum ymsu senunum verður introduserað av tónleiki sum hann ger á staðnum."

"Vit hava øll so illa brúk fyri einum klovni sum O! Handan smyrsl og búnað í svørtum og hvítum, og stóru reyðu nøsuna, er okkurt so menniskjasligt…."

"Hann dugir at umskapa eina runda metaldósu, ein vaskipropp, knívar, skeiðir, kinesiskar pinnar, ein kust og hetta stóra borðið, og ganda tey um til sirkusamboð og tónleikaljóðfør."

"…alt virkar einkult, opinlýst, og dó, hvat krevst ikki av fysiskum, musikalskum, seniskum og heimspekiligum førleika fyri at lata dyrnar upp fyri okkum inn í hendan heim.! Vit síggja hann halshøgga og píska plaskikkfløskur, og vit skilja hansara frustratión av ikki at finna vinir!…Ein sýning hjá Joél Colas er ikki nakað tú geiðir frá í orðum, og O ýtir ongantíð orð til at greiða frá. Hansara skriviháttur er myndir, brúk av lutum úr dagligdegnum, tónleikur spældur á lutunum. Tí megnar hann at raka okkum beinleiðis og í dyptini, uttan at líkjast okkum ov nógv, sæð uttan í frá.”

Kostnaður: vaksin 80 kr, børn(12 ár og undir) og skúlanæmingar 50 kr.

Skúlaframførslur verða í Norðurlandahúsinum 19. og 20. juni kl .10:00.og  í Badminstonhøllini í Klaksvík 24. juni kl. 10:00. Bílegging við teldubrævi til hedvig@nlh.fo. Viðmerkið navn á skúlanum, flokkur, talið av næmingum og kontaktlærara við telefon og epostadressu. Skúlasýningarnar  eru ókeypis.