Harleywoodpaint
Klaksvík
14,1°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow
,

Conference League verður í Klaksvík

Jákup Ósá

Góð tíðindi frá FSF í dag.

Í hesi tilgongd er tað helst so, at man ikki skal trúgva tí fyrr enn bæði liðini ganga inná vøllin, tí hóast KÍ í fjør fekk loyvini uppá pláss til at spæla altjóða dystir í Klaksvík, so er enn eingin dystur leiktur í Klaksvík. Korona forðaði í fjør og síðani lutakast, ið góvu útidystir. Í ár sá út til at UEFA fór at nokta dystum at vera í Føroyum. Men tann avgerðin er nú broytt eftir, at FSF hevur gjørt eitt stórt og effektivt arbeiði, sum hevur víst, at tað er eingin forðing at spæla í Føroyum í mun til onnur lond. 

15. juli skal KÍ eftir ætlan spæla fyrsta altjóða dystin í Klaksvík, tá RFS úr Lettlandi vitjar. Tað kundi verið passandi, tí fyri 29 árum síðani spældi KÍ sum fyrsta føroyska liðið altjóða dyst, tá mótstøðuliðið eisini var úr Riga í Lettlandi.