Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Contrails – samansett slóð

Hanus Kjølbro

Nøkur manngjørd skýggj eru at síggja í lufthavinum. Flogfør flúgva omanfyri í 12.000 metra hædd. Har uppi er kalt – ógvuliga kalt. Í dag er hitin eini 50 stig undir frostmarkinum.

Nøkur manngjørd skýggj eru at síggja í lufthavinum. Flogfør flúgva omanfyri í 12.000 metra hædd. Har uppi er kalt – ógvuliga kalt. Í dag er hitin eini 50 stig undir frostmarkinum.

Framtøkan í jettmotorum er luft, sum verður tikin inn motorin og samantrýst. Tá ið hon verður blást út aftureftir, er luftin bæði heit og slavin. Hon kølnar brádliga aftan fyri motorin, og dampurin gerst til smáar ísbitlar. Tað eru hesir ísbitlar, vit síggja sum eina samansetta slóð eftir einum flogfari við jettmotorum.

Við hvørt hvørva ísbitlarnir skjótt aftur – fyri okkum á jørðini at síggja bert eitt lítið petti aftan fyri flogfarið. Aðra tíðir hvørva teir ikki so skjótt – ísbitlarnir liggja sum ein samansett slóð eftir øllum lufthavinum.

Hvørvur slóðin skjótt, er hetta eitt gott tekin, at veðrið framvegis fer at vera gott, tí vætuinnihaldið í luftini er minkað. Tá ið slóðin hongur leingi, og strekkir seg langt, er hetta eitt tekin, at vætuinnihaldið er stórt, og at góða veðrið ikki fer at vara.

Myndirnar eru tiknar seinnapartin í gjár á Viðareiði – norðastu bygd í Føroyum. Samansetta slóðin strekkir seg heilt úr eystri til tað fór niður um sjónarringin í vestri. Og tað samvarar væl við forsøgnirnar, at góða veðrið bert er í morgin afturat. Mánadagin fer vindur at veksa, og týsdagin verður vindur og regn.

Harleyfacadeacryl