Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Country Jól

Tíðindaskriv

Sunnukvøldið 1. desembur verður Løkshøll í Runavík karmur um forkunnuga tiltakið Country Jól 2013. Fleiri av okkara fremstu Country stjørnum fara á pallin, at syngja og spæla góðar og hugnaligar jólasangir.

Tað eru Hallur Joensen, Kristina Bærentsen og Evi Tausen sum saman við Beddi, Jens Marna og Paula fara at spæla og syngja jólini inn. Tað stundar til jóla og ein partur av hugnanum og samveruni hjá nógvum av okkum er jólatónleikur, og fyrsta sunnudag í advent sum er 1. desembur hava vit so høvi at koma í gott jólahýri við Country Jól 2013.

Tiltaktið verður í Løkshøll 1. desembur kl. 20.00 – 22.00 les meira á loksholl.fo