Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Cruisereiðaríið Carnival fingið methøga bót

Helgi Abrahamsen

Heimsins størsta cruisereiðarí, Carnival, hevur fingið eina bót á heilar 280 miljónir krónur, eftir at komið er fram, at skipini hjá felagnum í fleiri ár hava stoytt olju í havið.

Heimsins størsta cruisereiðarí, Carnival, hevur fingið eina bót á heilar 280 miljónir krónur, eftir at komið er fram, at skipini hjá felagnum í fleiri ár hava stoytt olju í havið.

Tað skrivar heimasíðan Antares við The Guardian sum keldu.

Carnival, ið eigur meira enn 100 ferðamannaskip, játtaði seg sekan í øllum ákærunum og hevur góðtikið bótina.

Hetta er størsta bótin av hesum slagnum av málum nakrantíð.

Sambært ákærunum ímóti reiðarínum kom málið undan kavi, tá ein verkfrøðingur á skipinum Caribbean Princess varð varugur við eitt “gátuført rør” umborð og boðaði løgregluni frá hesum.

Ein kanning vísti seinni, at Caribbean Princess í fleiri ár hevði stoytt oljudálkað vatn beinleiðis í havið gjøgnum hetta rørið.

Samstundis er komið fram, at manningin á skipinum tilvitað hevur gingið lætt um við sensorunum á skipunum, ið annars skuldu tryggja, at olja frá motorunum á skipunum ikki endaði á havinum.

Sambært reglunum skal oljudálkað vatn savnast og skipast í land, tá skipini eru inni, so tað kann verða viðgjørt, uttan at skaða umhvørvið.

Harleywoodpaint