Harley
Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Crystal Palace skal hava nýggjan venjara

Jákup Ósá

Tað var óvæntað tíðindi, tá tað í kvøld frættist, at Tony Pulis og Crystal Palace eru farin hvør til sítt. Pulis tók yvir í fjør, tá Crystal Palace lá í botninum, men hann fekk liðið uppá 11. pláss, sum var mett at vera eitt sera flott úrslit.

Ensku bløðini siga, at orsøkin til at Pulis nú hevur sagt upp er, at hann ikki er nøgdur við, at leiðslan ikki hevur keypt fleiri leikarar, sum hann annars hevur ynskt.
Crystal Palace spælir leygardagin móti Arsenal á útivølli í fyrsta umfarinum í Premier League.
Harleyfacadeacryl