Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagbók frá einum 5-daga uppihaldi á LSH

Dorete Bloch

Pumpaður pencilingrísur og eplamorl úr pulvuri –maturin innan heilsuverkið átti at verið heilsubetri, tí tað er hann sum m.a. skal uppbyggja sjúka kroppin so sjúklingurin kemur fyri seg aftur.

Pumpaður pencilingrísur og eplamorl úr pulvuri –maturin innan heilsuverkið átti at verið heilsubetri, tí tað er hann sum m.a. skal uppbyggja sjúka kroppin so sjúklingurin kemur fyri seg aftur.

Innløgd eitt fríggjakvøld bað eg, klók av royndum, um at fáa vegetarmat. Tað kundi eg ikki fáa fyrr enn mánadagin, so í vikuskiftinum noyddist eg at eta vanliga sjúkrahúsmatin. Væl í gagnist!

Leygardagin var døgurðin kókaður fiskur við kókaðum eplum og gulari sós. Fiskurin var helst føroyskur og ok, eplini vóru tey vanliga flustu, innflutt í plastikksekkum. Sósin var gul og gjørd av fiskasóði, men sera smakkleys, nakrir dropar av sitrón hevði gjørt undurverk. Dagsins grønmeti vóru 4-5 tunnar flísar av kókaðum gularøtum. Omaná var budingur! Nátturðin var myrkt rugbreyð, sum oftast er smurt um morgunin og ikki við tí vælsmakkandi føroyska smørinum, men onkrum øðrum. Viðskerin var tunsalat, ið var ok, sjálv um eg ikki eri vill við tunfiski, ið næstan altíð stavar frá ikki burðardyggari veiðu. Á hini breyðflísini var innfluttur hamborgarryggur, pumpaður penicilingrísur, við eitt lítið sindur av súltaðum asium.

Sunnudagin til døgurða fingu vit høsnalær við kókaðum eplum, eplamorli, brúnari sós og eitt sindur av agurkusalati úr glasi. Høsnalærið var innflutt og bíligt, eplini vóru sum dagin fyrr, eplamorli var gjørt úr pulvuri og sósin smakkaði mest av supputerningi. Grønmetið var horvið og kioskin, sum annars hevur eitt salatborð, er stongt í vikuskiftini. Omaná var ein vælsmakkandi frúktgreytur. Nátturðin var aftur tvær breyðflísar, í dag ein við eini heitari kjøtfrikadellu við eplisalati, og ein við eggjaflísum og nøkrum rækjum. Kjøtfrikadellan er influtt fabriksstokt og helst av pencillingrísakjøti. Eggið kom frá eini plastikkrullu, har tað liggur liðugt kókað og flust. Havi sæð tílíkar rullur í Grønlandi. Eggið varð innflutt og smakkaði “goymt og gamalt”.

Mánadagin og týsdagin fekk eg so “veggimat”, og hann varð betur – Grønnmetistertur, frískt grønt salat tann eina dagin, tomatsalat við reyðleykið og fetaostið næsta dagin og annars rognflísar, fríska agurk, tomatir, piparfrúktir og salat til nátturða.

Eg eri ikki vegetarur, slettis ikki, men mær dámar væl eitt sindur av grønmeti afturvið. Og eftir at havi ligið ein góðan mánaða á Ríkissjúkukrahúsinum, sum hevur 3.500 seingja pláss,havi eg smakkað góðan mat við millum annað eplamorli hvønn dag, gjørt av eplum og ikki av pulvuri. Har hevur óivað verið ein kokkur og lagt teimum lag á. Tað Føroyska sjúklingahotellið niðri, sum í miðal hevur 70 liggjandi gestur um vikuni, hevur eisini heimagjørdan mat við salatborðið. Á LSH hevur man “bara” 170 seingja pláss. Nógvir sjúklingar hava ikki tann stóra matarlystin, og tá er týdningarmikið at maturin er leskuligur fyri bæði kropp og eyga. Hugsið tykkum til, um til dømis ein kokkur, ein økonoma og ein dietistur saman gjørdu heilsugóðan, vitaminríkan og ikki minst vælsmakkandi leskiligur mat á LSH, tað hevði gjørt stóran mun.

Ein máti at eta burðardyggari er at stuðla lokalum matvøruframleiðarum – tey flestu hava óivað sæð “keyp føroysk” lýsingarnar í Kringvarpinum. Skulu ikki landsins stovnar ganga fremst her? Eg ivistt ikki í, at tað millum annað ber til at fáa avroð bíligt í flettingartíðini. Nógv blaka avroðið burtur. Og góð føroysk eplir, sum flestu sjúklingarnir sjálvir kunnu flisa, skuldi eisini verið ein møgulleiki. Í “gomlum” døgum, tá eg var barnakona á LSH, var maturin nógv betri, og tá kroppurin skal byggjast upp og koma fyri seg, millum annað av tí tú etir, átti at verða satsað meira uppá at betra um matin.

Eg hoyri, at LSH nú ger kanningar yvir, hvussu skjótt og hvussu nógv sjúklingar missa í vekt og megi meðan teir eru innlagdir. Eg eri spent at hoyra úrslitið. Tað skuldi ikki verið neyðugt, at maturin á LSH varð ein uppgávu fyri Deildini fyri arbeiðs- og almannaheilsu ella Ráðið fyri Folkaheilsu. LSH má kunna betra um matviðurskiftini sjálvi!