Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagføring av kloakkum

Orð og myndir: Dávur Winther

Sum liður í dagføring av kloakkum er avtalað eitt størri kloakkarbeiði við Kanjon á um 6 mill. kr

Sum liður í dagføring av kloakkum er avtalað eitt størri kloakkarbeiði við Kanjon á um 6 mill. kr

Talan er um nýlegging av kloakkum, har eisini regnvatn og kloakk verðu fráskilt fyri eitt stórt økið við Heygavegin, á Eiðinum og Gerðagøtu. Kloakkin frá hesum øki verður veitt í reinsiverkið á Biskupstøð umvegis Skúlavegin.

Í løtuni verða øll húsini sunnanfyri Gerðagøtu tikin uppí, tí hevur nakað av graviarbeiði verið frammanfyri KFUM og K, men verður hetta lagt aftur nú og asfalterað ein av fyrstu døgunum.

Hetta arbeiðið, sum Kanjon ger, kemur at taka drúgva tíð – Alt hetta árið og alt komandi ár, sigur Kristoffur Olsen, spillvatnssamskipari hjá Klaksvíkar kommunu.