Teir tríggir flokkarnir eru samdir innanhýsis um bíti av málsøkjum og klokkan var farin av tvey í nátt tá samráðingarfólkini fóru til húsa at sova. Vit hava fingið váttan fyri at Aksel verður løgmaður, Tjóðveldi skal umsita fíggjarmál og Fiskivinnumál. Eisini er váttað at Framsókn fær Vinnumál.
Dagført kl. 09:34
Teir tríggir flokkarnir eru samdir innanhýsis um bíti av málsøkjum og klokkan var farin av tvey í nátt tá samráðingarfólkini fóru til húsa at sova. Vit hava fingið váttan fyri at Aksel verður løgmaður, Tjóðveldi skal umsita fíggjarmál og Fiskivinnumál. Eisini er váttað at Framsókn fær Vinnumál.
Samgongusamráðingar
13/9 kl 0:3:05
Teir tríggir flokkarnir eru samdir innanhýsis um bíti av málsøkjum og fyri lítlari løtu síðan fóru samráðingarfólkini til húsa at sova. Vit hava fingið váttan fyri at Aksel verður løgmaður, Tjóðveldi skal umsita fíggjarmál og Framsókn Vinnumál. Óváttað tíðindi siga at Tjóðveldi eisini skal umsita fiskivinnuna.
Framsókn far allarhelst eittans landsstýrisfólk og Tjóðveldi og Javnaðarflokkurin fáa trý landsstýrisfólk í part, soleiðis at talið á landsstýrisfólkum verður tað sama sum verandi landsstýrið. Sum skilst er semja innanhýsis og nú verður baklandið kunnað áðrenn flokkarnir hittast til undirskrivingar mánadagin.
Landsstýrissessirnir eru ikki mannaðir enn við persónum, tí enn er bert semja um at Aksel verður løgmaður og annars er man samdir um hvat flokkarnir umsita. Somuleiðis er váttað at Tjóðveldi skal umsita fíggjarmál og Framsókn Vinnumál. Óváttað tíðindi siga at Tjóðveldi eisini skal umsita fiskivinnuna.
——
SAMGONGUSAMRÁÐINGAR 11.09 2015
Tað er greitt at bólkurin sum verður settur at evna nýttuppskot til nýggjan fiskivinnupolitikk far sera lítið rásar rúm og kappinginmillum framleiðarar um at fáa atgongd til fiskatilfeingi ferð at harðna. Vithava fyrrapartin roynt at snikka saman eina greiða mynd av hvat tað er fyritreytir Aksel, Poul og Høgni eru samdir um at seta vinnuni.
Hetta er myndin sum vantandi verður arbeiðssetningur hjánevndini, ið skal evna nýggjan fiskivinnupolitikk:
Fremsta málið er at staðfesta at alt livandi tilfeingið, sumsvimur í sjónum í føroyskum sjóøkið og sum Føroyar hava rætt til á fjarleiðumer ogn Føroya Fólks.
Farast skal frá privatum sølum av fiskidøgum og kvotum yvirtil eina almenna sølu.
Tryggjast skal at øll veiða skal førast til lands.
Alt tilfeingið skal um føroyskan bryggjukant.
Fiskur sum veiddur verður skal allur seljast soleiðis at øllvirkir hava møguleika at fáa hendur á fiskinum.
Einans feløg sum hava føroyskar eigarar og sum eru skrásettog rinda skatt í Føroyum og har manningarnar fáa hýrur eftir føroyskum sáttmálakunnu fáa veiðiloyvi – (ella sleppa at bjóða uppá fiskatilfeingið um uppboðsølaverður stovnsett)
Formennirnir fara nú kl. 14 at kunna tingbólkarnar.
Sum skilst eru stórar kapitalinteressur sum standa klárar atsleppa framat tilfeinginum og tí hevur lobbyvirksemið verið stórt á GamlaApoteki
Dagføring kl11 -Samgongusamráðingar: Ongin kollvelting av fiskivinnupolitikkinum
Formennirnir eru samdir um orðingarnar umfiskivinnupolitikkin men tað er ymiskt hvussu Tjóðveldistingmenn ogJavnaðartingmenn á gamla apoteki skilja innihaldi aftan fyri orðingarnar.
Tað er greitt at ein bólkur verður settur av politikarum,fakfólki og umboð fyri vinnuna at viðgera eina nýggja skipan sum er deild íseks punktir.
Men sambært keldum í Tjóðveldi er greitt at øll fiskiloyviskulu um eina uppboðsølu. Men sambært keldum í Javnaðarflokkinum verðafiskiloyvini uppsøgd í 2018 sum ætlað har man harvið staðfestir yvir fyrilovishavarunum at landið eigur fiskiloyvini. Síðani fáa verandi aktørar ívinnuni útskrivað síni loyvi aftur ella tey fáa gyldi aftur. Fiskiloyvini sumer kvotur og dagar skal bólkurin taka støðu til, men ein partur umleið 20.000til 25.000 tons skulu so seljast. Men samstundis halda tingfólk hjá Tjóðveldifast um at uppskotið til arbeiðssetning er orðað soleiðis at einki er tilhindurs fyri at alt endar á uppboðsølu um bólkurin sum settur verður verðursamdur um hetta.
Tað frættist eisini at Tjóðveldi skal umsita fiskivinnumálog tað liggur í kortunum at tað verður formaðurin, men hetta seinasta skaltakast við stórum fyrivarni og er ikki váttað.
Samgongusamráðingar 10. september: Yvirtøkur, blokkurog samferðsla
Samgongusamráðingarnar millum Javnaðarflokkin, Tjóðveldi ogFramsókn eru við at koma á mál. Sum skilst er ætlanin hjá komandi samgonguni atyvirtaka útlendingamál, loftrúmið og arvarætt.
Á samferðsluøkinum verður samferðsluætlanin, sum bleivsamtykt fyri nøkrum árum síðani, aftur tikin fram og fylgd. Tað merkir, atHvalbiartunnilin verður gjørdur fyrst. Eisini er ætlanin, at játtanin til Viðareiðistunnilinskal framskundast so, at arbeiði kann halda fram ótarnað, hóast arbeiði ergingið skjótari enn væntað. Harafturat liggur í kortunum, at blokkurin verðurfrystur eftir, at fráfarna samgongan annars fekk hann prístalsviðgjørdan ífarna valskeiði. Tað liggur sum væntað í kortunum, at stóru flokkarnir fáatríggjar landsstýrissessir, meðan Framsókn fær ein.
Samgongusamráðingar 10. september: Føðideildin opnar aftur áSuðuroyar Sjúkrahúsi
Samstundis sum samráðingarnar ganga verður arbeitt við atorða samgonguskjali. Semja er um at Heilsuverkið skal hava eina upp raðfestingmen ósemjur eru um innihaldi í orðingunum. Sum skilst merkir hetta m.a. atføðideildin á Suðuroyar Sjúkrahúsið letur upp aftur. Eisini verður samferðslanraðfest hægri og sum skilst merkir hetta at Smyril kann sigla fleiri túrar.
Tað stendur um føðingina av nýggjari samgongu men tað skulunógvir smálutir uppá pláss áðrenn klárt er at fara í holt við málsøkjabýti.
Viðvíkjandi føðideildini hava argumentini verið at soleingið fast samband ikki er við Suðuroynna er neyðugt at hava føðideild áSuðuroyar Sjúkrahúsið og sum skilst liggur hetta í kortunum – men kemurvantandi ikki at síggjast í sjálvum samgonguskjalinum.
Avgerðin at sentralisera føðideildina á Landssjúkrahúsinumhevur víst seg at fingið óhepnar fylgir fyri barnakonur í Suðuroynni ogNorðoyggjum. Eitt nú noyðast barnakonur í Suðuroynni at flyta til Havnar undanbarnsburði og í ávísum førum er framvegis neyðugt hjá barnakonum at eiga áSuðuroyar Sjúkrahúsi álíkavæl.
Norðanfyri eru fleir óheppin dømir, m.a. hava barnakonur áttí sjúkrabili á opnum landsvegi.
Samgongusamráðingarnar 10: SEPTEMBER : Fiskivinnan oghjúnarbandi
Fyri tey sum sita og samráðast á Gamla Apoteki eruútsøgnirnar hjá Nýtt Sjálvstýrið ikki til at skilja. Einki uppskot umbroytingar í hjúnabandslógini er á borðinum og um nakað verður nevnt um hettaer semja um at tað stendur samgongulimum frítt at atkvøða eftir egnarisannføring. Tað kemur ikki uppá tal at selja øll fiskiloyvir um eina uppboðsølu,men møguleiki er fyri at ein roynd verður gjørd at selja 20.000 til 25.000 tonsav uppsjóartilfeinginum um eina uppboðsølu.
Hetta svarar til eitt søluvirði uppá næstan hálva milliardum hetta var virka og selt av føroyingum, men sum skilst er hetta eitt krav fráFramsókn. Mett verður at javnaðarflokkurin tekur undir við hesum kravinum,hóast eingin tonsatøl enn eru nevnd í hesum sambandi ella í samgonguskjalinum.
Tað sum stendur fast er at man ynskir ikki at kollveltafiskivinnupolitikkin, men semja er um at seta ein bólk av politikarum og umboðfyri verandi aktørar í fiskivinnuni at finna eina nýggja skipan.
Eisini er greitt at útlendingar framegis sleppa at eiga íFiskivinnuni.
Stemningurin er framvegis góður og vónirnar góðar – men enner málsøkjabýti ikki komið á borið.
Samgongusamráðingarnar 9: SEPTEMBER : Nýtt Sjálvstýri gerbart
Formaðurin í Nýtt Sjálvstýri, sigur í kvøld at flokkurinkundi ikki góðtaka at alt tilfeingið skal takast inn og yvir eitt ávísttíðarskeið og seljast um eina uppboðssølu. Hetta er fullkomiliga ábyrgdarleystog vit kundu sjálvandi ikki góðtaka hetta, sigur formaðurin í Nýtt Sjálvstýri.
Sum skilst er ætlanin at ein nýggj skipan skal inndraga øllfiskiloyvir, men møguliga verða nøkur fá undantøk, sum m.a. útróðrarflotin.
Inntøku oyggjarnar næstan ikki umboðaðar viðsamgongusamráðingarnar
Nú Nýtt Sjálvstýri er fari úr samgongusamráðingunum, so erunæstan bara fólk úr suðurstreymoy og longri suðuri umboðað í løgtinginum millumtey 17 valdu.
Flestu inntøkurnar í Føroyum vera skaptar av fyritøkum íantin Klaksvík ella í Eysturoynni. Men hesar oyggjar eru nærum ikki umboðaðarmillum tey valdu, sum nú sita vit samgongusamráðingarnar.
Tí av teimum 17 fólkavaldu samgongufólkunum, so eru tað baraEyðgunn Samuelsen og Hanna Jensen, sum búgva norðanfyri Havnina. Tískil er stórslagsíða í, hvussu landið er umboðað við samgonguborðið í hesum døgum.
Samgongusamráðingarnar 8: SEPTEMBER
Fiskivinnupolitikkurin stendur ovast á dagsskránni í morgunhjá samgonguni sum arbeitt verður við at skipað á Gamla Apoteki og stemninguriner eitt sindur meira læstur í morgun.
Man er samdur um at seta ein bólk at samráðast við vinnunaum ein komandi fiskivinnupolitikk men sum skilst eru partarnir ikki heiltsamdir innanhýsis. Tað eru eisini beinleiðis ósemjur millum Framsókn og NýttSjálvstýri sum krevja orku. Í morgun framm móti middegi fara flokkarnir áinnanhýsis fundir og sum skilst er stóri knúturin at finna eina orðing umfiskivinnupolitikkin, so at samgongan megnar at finna eina semju um ein nýggjanpolitikk næstu fýra árini og hóast vit ikki hava fingið hetta vátta so kanngitast at júst fiskivinnupolitikkurin er stórur munur á Skorheim/Højgaard ogMichelsen/jensen.
Samgongusamráðingarnar 8: SEPTEMBER : Ongar kollveltandibroytingar
Eins og nú skjótt farna samgonga ætlar nýggja samgongan, sumí skrivandi løtu verður roynt at skipað á Gamla Apoteki, at yvirtakaútlendingamál og loftrúmið. Men á fiskivinnuøkinum verður ikki nøkur konkretætlan – hinvegin eru flokkarnir samdir um at samgongan fyrst skal ráðføra segvið verandi aktørar í fiskivinnuni og síðani finna eina politiska semju.
Ein kommisión verður sett at finna semju um nýggja grundlóg.
Nýggja samgonguskjali fer ikki at innihalda broytingar íhjúnarbandslógini um málið verður nevnt verður tað staðfest at tinglimir íhesum málið kunnu atkvøða eftir egnari sannføring.
Sum skilst er stemningurin góður og í morgin fæst einábending um nýggj samgonga verður klár til tingfundin týsdagin.




