Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagført: Hava mist grindina

Jákup Ósá

Suðuroyingar blivu vónbrotnir, tí grindaboðini eru avblást.

Dagført kl. 17.40: Prtalurin skrivar, at sýslumaðurin í Suðuroynni, Jaspur Vang, hevur avlýst grindaboðini. Orsøkin er, at b+atarnir mistu hana burtur og at hon var trupul at reka og kavaði illa, sigur Peter Thaysen.


Dagført kl. 17.06: KVF boðaði í tíðindunum kl. 17.00 frá, at sandurin í Hvalba er avbyrgdur av politifólki, so at eingin óviðkomandi persónur sleppur til eitt møguligt dráp. Fyribils sleppur eingin oman á sandin. Rákið ger nú, at grindin helst verður rikin til Hvalba og ikki Trongisvágs, sum frammanundan hildið. 



Peter Thaysen, sjefpolitiinspektørur, sigur, at ein bátur var hjá grindini seinast hann visti og at ætlanin er at halda grindini til á Tvøroyri.

Hann sigur, at kl. 16.00 var ein bátur hjá grindini og at ætlanin var at reka grindina til Tvøroyrar. Hann væntaði, at tað gekk minst ein tími til grindin kom til Tvøroyrar. Hann segði, at politi’ið er klárt til at syrgja fyri, at grindin verður hildin til uttan at nakar óviðkomandi órógvar grindina.

Trongisvágur er góðkend hvalvág og tað verður helst har, at grindin verður hildin til, um hon kemur so langt.