Klaksvík
6,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagrøktarmammu- arbeiðið verður mangan ov lítið virt

John William Joensen

"Tú gongur heima álíkavæl, so tú kanst baka ella…" hoyrir man mangan, men dagrøktar- mammuarbeiðið er krevjandi og eigur at vera respekterað, sum alt annað arbeiðið.

Hetta sigur Borghild Reyðberg, sum 1. apríl kann halda sín 25 ára starvsdag, sum dagrøktarmamma.
Norðlýsið var á eini sera hugnaligari vitjan mikumorgunin, á Bumshamarsvegi 20, har Borghild Reyðberg júst hevði vitjan av økisnámsfrøðinginum Agnas V. Sivertsen og Bjørghild Arnholdtsdóttir, ið er í starvsvenjing á dagrøktini í Klaksvík.
Prátið gekk væl og nógv var uppi og vendið um pedagogik, børn, barnaansing og eisini samfelagsviðurskiftið. Ímeðan vit fýra sótu við borðið rundan um ein kaffimunn og teir báðir dreingirnir, sum vóru í pleygu hjá Borghild spældu á gólvinum, greiddi Borghild okkum frá ymiskum upplivingum í samband við at hon hevur ansað børnum í dagrøktini í 25 ár.

Mær hevur dámt at arbeitt við hús
Borghild Reyðberg sigur, at hon ongantíð hevur havt nakað serligt lønt arbeiðið uttanfyri heimið øll árini síðani hon giftist.
Eg haldi eg kann siga at eg havi havt tað heilt gott. Áðrenn eg giftist arbeiddi eg í fiskinum, men síðani hevur maðurin klárað at vunnið til lívsins uppihald til okkum og børnini. Eg byrjaði í dagrøktini í 1981 og tað var ein heilt onnur tíð enn nú. Eg kann siga, at mær hevur dámt ótrúliga væl at verið í hesum starvinum. Tað sum eisini hevur gjørt tað møguligt er, at maðurin eisini hevur verið sera góður við børn, og tað er ikki so sjálvdan komið fyri, at hann, tá hann er komin aftur úr arbeiði, hevur sparka bólt og spælt eitthvørt við teimum uttanfyri. Mangan hevur hann bert tveitt mær bløðini inn at lesa og er síðani farin út aftur at spæla við børnini eina løtu, tá hann er komin úr arbeiðinum.

Stuttligari fyrr
Hóast eg haldi at dagrøktin er broytt nógv til tað betrað hesi seinnu árini, so haldi eg tó, at hjá mær var tað eitt sindur stuttligari í gomlum døgum.
Orsøkin er, at ídag fáið eg børn inn sum bert eru nakrar mánaðar gomul og tá tey eru um tvey ella trý ára gomul fáa tey barnagarðspláss og so er at byrja aftur av nýggjum við blæuskift og tí sum har tilhoyrir.
Fyrr fekk eg børnini inn tá tey vóru heilt smá eisini, men harafturímóti vóru tey verandi hjá mær, viðhvørt til tey fóru í skúla, so tá blivu tey meira ein partur av húsinum og sum børn hjá okkum næstan.

Fýra børn og dagpleygumamma
Tá eg í 1981 gjørdi av at taka børn í pleygu, hevði eg sjálv trý børn og havi fingið eitt afturat síðani. Men tað hevur als ongin trupulleiki verið. Tað einu tíðina hevði eg 8 børn í pleygu umframt míni egnu og eg haldi líkasum at tað var eitt sindur stuttligari við so nógvum børnum, tí tá høvdu tey fleiri at spæla við um dagarnar. Ídag hevur man ikki meira enn tvey, so tað er ikki tað sama.
Arbeiðisdagurin er langur, vit skulu vera tøkar frá kl. 7.30 á morgni til 17.30 á kvøldi. Hóast vit ikki arbeiða alla hesa tíðina, tí børnini mangan koma seinni og fara fyrr enn tað, so er tað bundisligt at vera dagrøktarmamma, men eg vil enn einaferð undirstrikað at mær hevur dámt hetta arbeiðið sera væl og vildi ikki verið ein dag fyri uttan.

Betri skipan
Hóast eg haldið at tað var hugaligari fyrr, so kanska tað eisini hevur nakað við árini at gera, eg eri júst vorðin 60 ára gomul, so eg haldi at tað verður ikki leingið afturat at eg fari at vera í hesum arbeiðinum.
Tó skal sigast, at samstarvið og dagrøktarskipanin ídag virkar nógv betur enn í gomlum døgum. Fyrr mátti eg altíð biðja onkran í familjuni um at vera inni um eg skuldi til lækna, frisør ella eitthvørt. Ídag virkar hetta undir skipaðum viðurskiftum, soleiðis at eg bert skal siga Dagrøktini frá um eitthvørt tílíkt er, tí so fáið eg avloysara.
Harafturat er skipanin við spælistovuni, har vit eru fleiri dagrøktarmammur saman við børnunum í ein dag, eisini ein gevandi og lærurík skipan. Samskiftið við Dagrøktina er ídag nógv neyvari enn fyrr og eg havi fatan av, at viðurskiftini í skipanini eru nógv betur skipaði. Eisini kann sigast, at vit ídag, sum dagrøktarmammur vera betur kunnaðar um børn og barnaansing í heila tikið.



Vit fýra við borðið fingu eitt langt prát um líkt og ólíkt. Agnas er ættað úr Vági, imeðan Bjørghild er ú Fuglafirði og báðar góvu við ein munn dagrøktarskipanini í Klaksvík sera góða umtalu.
Vit prátaðu so nógv, at avgjørt varð okkara millum, at vit í framhaldið av hesi greinini, ið er eitt tilukkuynski til Borghild á 25 ára starvsdegi hennara, skulu gera eina aðra grein um dagrøktina í Klaksvík.

So, meira úr hesi skuffuni í komandi viku.