Klaksvík
11°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagstovnagjøldini lækkast

Jóhann Lützen, býráðslimur

Vit hava lækkað dagstovnagjøldini 35% og vit skulu halda fram við at lækka tey, tí tey eru ein íløga í fólkavøkstur og fara harvið at geva fleiri skattakrónur.

Seinastu fýra árini eru dagstovnagjøldini lækkað munandi og hava verið viðvirkandi til dygga fólkavøksturin, vit uppliva.

Frá 1. januar 2017, tá gjøldini enn einaferð lækka, hevur ein familja við barni:

• í dagrøkt spart slakar 9.000 kr. um árið

• í vøggustovu spart slakar 10.000 kr. um árið

• í barnagarði spart slakar 7.000 kr. um árið

í mun til áðrenn verðandi býráðsmeiriluti tók við. Vert er at leggja afturat, at tað skulu nógvir pengar tjenast fyri at kunna gjalda t.d. slakar 10.000 kr. um árið fyri eitt barn í vøggustovu.

Verði eg valdur í býráðið, fari eg at stríðast fyri, at dagstovnagjøldini áhaldandi verða lækkað.


Jóhann Lützen, býráðslimur.