Hósdagin 14. februar lat upp nýtt dagtilhald í Nólsoy. Opið verður tríggjar dagar um vikuna. Mánadag frá klokkan 13.00 til kl. 17.00, og týsdag og hósdag frá klokkan 10.00 til kl. 17.00.
Tórshavnar kommuna hevur keypt eini hús í Nólsoy og innrættað tey til endamálið. Patrica Christiansen, vanliga nevnd Disa, er sett sum leiðari av Dagtilhaldinum í Nólsoy, sum staðið alment verður nevnt.
Umframt dagtilhaldið verða eisini læknaviðtaluhøli og høli til heimatænastuna í húsinum.
Hósdagin var móttøka í Dagtilhaldinum í samband við, at alment varð latið upp. Nógv fólk var komið saman, og borðreitt varð við millum øðrum súpan, salat og lagkøku. Alt heimagjørt, sum leiðarin sjálv hevði gjørt.
Eingin móttøka í Nólsoy uttan tónleik, og har vóru bæði eldri og ungir tónleikarar og undirhildu.




