Mánadagin komu 30 fuglfirðingar á vitjan í Klaksvík. Talan var um fóllk frá Dagtilhaldinum har, sum løgdu at landi hjá Jórun og fingu ein góðan døgurðabita, áðrenn leiðin gekk norður í kjallaran á Sambýlinum á Heygnum.

Tey vitjaðu Ven og Virka, har Eybjørg Joensen og Heri Johnson, fysioterapótar tóku í móti og greiddu frá teimum tilboðum, tey bjóða “60+”, so tey plaga at kalla tað. Eisini sluppu tey at royna onkur av venjingaramboðunum.
Eisini tóku Kala Lómaklett og Ruth Hansen í móti í Smæruni, har tær høvdu dekkað upp til ein góðan kaffimunn – afturvið góðum munnharputónleiki frá Poul Havn.
Kala greiddi frá tiltøkum, sum Smæran skipar fyri og hvussu hølini annars vórðu brúkt.
Fuglfirðingarnir, sum vóru í góðum ferðahýri, tí fleiri teirra skulu saman við Eldrafelagnum skulu til Barcelona ½ juni, vóru hugtiknir av góðu umstøðunum hjá bæði Ven og Virka – og Smæruni.