Eg má siga, at eg gjørdist rættuliga kløkk, tá eg hoyrdi tíðindi um, at sparingarnar hjá Almannaráðnum á Løgtingsins fíggjarlóg fyri 2009 fóru at raka dagtilhaldini runt um í landinum.
Eg helt, at hetta kundi ikki passa, men tá ið eg hevði hoyrt landstýriskvinnuna í almannamálum Rósu Samuelsen, úttalað seg í Útvarpi Føroya, mátti eg viðganga at tíðindini vóru sonn.
Eg hevði ikki væntað, at landstýriskvinnan, Rósa Samuelsen, sum er fyrrverandi forkvinna í Føroya Kommunufelag, fór at seta landsins kommunur í hesa støðuna. Uttan nakra sum helst ábending um hvat fór at henda, hevur hon strikað eina berandi játtan til landsins dagtilhald, og enntá aftaná, at flestu kommunur í landinum eru so at siga liðug við teirra fíggjarætlan fyri 2009. Samstundis dittar hon sær at siga, at kommunurnar nokk skulu lofta.
Fyri dagtilhaldið Sóljuna, sum er í okkara kommunu, merkir hetta at fíggjarliga grundarlagið er tikið fullkomiliga burtur uttan ávaring. Hetta kemur ómetaliga dátt við, og kann í ringasta føri merkja, at dagtilhaldið má lata aftur, ella virka á heilt lágum blussi, og tað er als ikki nøktandi.
Játtanin frá landinum til dagtilhaldið Sóljuna hevur avgjørt verið tann berandi parturin av rakstrinum, so tað sigur seg sjálvt, at hetta fær álvarsamar avleiðingar.
Klaksvíkar kommuna hevur framt fleiri sparingar í fíggjarætlanini fyri 2009, men dagtilhaldið Sóljan hevur fingið somu játtan sum frammanundan, tí vit hava mett týdningin av arbeiðinum, sum har verður gjørt at vera so stóran, at her kundi ikki sparast. Men nú sær svart út her.
Tað hevur verið tosað um at leggja eldramál út til kommunurnar at umsita, men um hetta er mátin, kann eg bara siga Gud forbarmi seg, tí her ræður panikkur og ikki vit og skil.
Vónandi verður hetta broytt, tá fíggjarlógin kemur til viðgerðar í Tinginum.
Jórun Høgnesen, forkvinna í Sosialu nevnd Klaksvíkar Býráðs.




