Klaksvík
14,4°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dagur og vika beinleiðis úr Klaksvík

John William Joensen

Í kvøld fer sjónvarpið at senda beinleiðis úr Klaksvík har kikarin verður settur á livilíkindini í Klaksvík

Sjónvarp er ein tungur miðil at arbeiða við og í løtuni stákast eini 10 fólk frá sjónvarpinum í býráðshøllini í Klaksvík – sum skal brúkast, sum studio í Dagur í Viku kvøld.

Øsser Wintereig, tíðindaleiðari í sjónvarpinum sigur at talan verður um einar 20 minnuttir við samrøðum við vinnilívsleiðarar, mentannarfólk og onnur í býnum.

– Gestir fara at kjakast í sjónvarpsstovuni, sum er í býráðshøllini og eisini fer Hallur Joensen at syngja fyri okkum.

– Vit fara á vitjan á Kósini, Dávavirkinum og aðrastaðni fyri at kanna livilíkindini í Klaksvík í løtuni.

Í annaðkvøld fer sjónvarpi at senda úr Runavík og ætlanir eru at senda úr Sandoynni, Miðvági og aðrastaðni við.

Í sendingini í kvøld eru samrøður við m.a. Jóhan Páll Joensen, stjóra í Maru Seafood og Eyðfinn Reyðberg, stjóra í Norðoya Sparikassa.