Harleywoodpaint
Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dámar tær at kappast?

(Hannefía Joensen)

Quiz-night á FORTUNA

Fríggjakvøldið 23. nov. verður spurnarkapping á FORTUNA. Quiz-master verður ongin annar enn Kristian Joensen.

Tað verða borðini, sum kappast ímóti hvørjum øðrum og 10 spurningar verða í hvørjum umfari. Fyri hvørt umfar verður vinningur latin til besta borðið.

Hvørja ferð nýtt umfar byrjar, kunnu nýggir luttakarar koma uppí.

Dánjal Kjærbo fer at skapa hugnaligan stemning við livandi tónleiki í bakgrundini.

Húsið letur upp kl. 23.00. Quiz-night byrjar kl. 24.00

Leygarkvøldið verður Live-tónleikur við Magna Huusgaard og Dánjal Kjærbo.