Harley
Tvøroyri
12,2°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dan dugir enn: Høvuðsvenjarin og formaðurin í Ægi vóru við til at vinna stafett

(
John Færø)

Í svimjikappingini í Klaksvík seinasta vikuskiftið var stuttligt at síggja, hvussu Ægir valdi at manna mannligu stafettina í kappingini 4 x 50 metrar frí, sum tað eydnaðist heimaliðnum at vinna við 2 sekundum betri tíð enn nr. 2, sum var Havnar Svimjifelag.

Tað er ikki í hvørjum felag, at tú hevur ein so aktivan og svimjifúsan formann, sum í Ægi.
Dan Mikkelsen var nevniliga á stafett-liðnum hjá Ægi, sum seinasta vikuskiftið vann sera tepurt kappingina 4 x 50 metrar frí.

Tað var nýggi oyggjaleikaluttakarin hjá Ægi, Kristian Olsen, sum legði botnin við at leggja Ægir á odda í stafettini, og næstur honum var høvuðsvenjarin, Jákup Johansen, sum dróg enn longur frá harðasta kappingarneytanum, sum var Havnar Svimjifelag.

Triðji luttakarin hjá Ægi í stafettini var eingin minni enn sjálvur formaðurin í felagnum, Dan Mikkelsen, sum á yngri árum var virkin svimjari í Vági, har hann vaks upp.
Dan fekk tó harða mótstøðu frá triðja svimjaranum hjá havnaliðnum og megnaði tí ikki at halda vunna munin aftur til havnarliðið. Triðji svimjarin hjá HS hevði nærum fingið hann aftur, tá teir høvru svomið báðar longdirnar.

Fjórði og avgerandi svimjarin hjá Ægi í hesi stafettini var ein av venjarunum í Ægi, Ulrik í Hjøllum, sum er ættaður av Toftum men nú gongur í skúla her í Klaksvík.
Tað eydnaðist Ulriki at vinna á fjórða svimjaranum hjá havnarmonnum, og harvið vann Ægir hesa stafettina við eini rættiliga royndari manning.

Eingin ivi er um, at vinnandi stafett-liðið hjá Ægi var væl eldri enn mótstøðuliðini. Hetta sigur sítt um, hvussu Ægir er fyri við fólki í løtuni, men samstundis er tað stuttligt, at teir skuldu megna at vinna.

Jú, enn eru knotur ….. sterkt dreingir!!

Harleyfacadeacryl