Harleywoodpaint
Klaksvík
8,9°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dánial víðari í HM-karaoke

Danial Viðoy

Tíðindaskriv úr Kanada: Tað eydnaðist Dániali Gomez Guðjónsson at syngja seg víðari í hálvfinaluna við sanginum Change the World hjá Eric Clapton.

So skal slagið standa í morgin, tá hann sum nr 20 skal á pallin í morgin. Tá verður tað við sanginum All I want hjá Kodaline.

Tíverri eydnaðist ikki Sofíu Juel Rasmussen at koma víðari, men hon stóð seg ótrúliga væl. Serliga seinni sangurin bleiv sera nógv umtalaður millum fjøldina.

Dánial hevur við sínari sjarmu og djúpu og grovu rødd veruliga sett lív í fjøldina. Tað bar eisini á mál!

Í morgin (ídag) byrjar kappingin aftur kl 23 føroyska tíð, og vit kunnu tryggja tykkum ein vælupplagdan Gomez uml kl 01.30 føroyska tíð.

Sofía er tó ikki heilt liðug, tí hon skal saman við øllum hinum luttakarum syngja We are the World, tá kappingin er liðug.

Beinleiðis stroym verður at finna á http://livestream.com/kwc/kwc2016

Meira kunning um ferðina og kappingina er at finna á https://www.facebook.com/Karaoke-Føroyar-114225195273511/?fref=ts

––––––––––––––

Myndir og annað somuleiðis á https://www.facebook.com/Karaoke-Føroyar-114225195273511/?fref=ts

Harleyfacadeacryl