Javnaðarfólk eru vanliga góð, tá meiri peningur skal nýtast
í tí almenna, men stórur meiriluti av dønum vilja helst hava
borgarliga stjórn í núverandi búskaparligu viðurskiftum, nú
Danmark gongur móti eini tíð við lægri búskaparligari framgongd orsakað av tørvandi arbeiðsmegi
Stórur meiriluti av dønum halda, at VK-stjórnin er betri enn ein javnaðarleidd stjórn at stýra búskapinum trygt gjøgnum ein lægri búskaparligan vøkstur. Hetta kemur til sjóndar í nýggjari meiningakanning, sum Green Analyseinstitut hevur gjørt fyri dagblaðið Børsen
58 prosent av dønum svara í kanningini, at VK-stjórnin er best fyri til at handfara eina búskaparliga afturgongd, meðan einans 29 prosent vísa til eina javnaðar-leidda stjórn sum tey halda vera betri til arbeiðið.
“Teoriin sigur heldur fírhyrnað, at tá tað gongur vánaligt við búskapinum, verður stjórnin ofta resvað, men í hesum føri vinnur hon aftur, at sitandi stjórnin hevur greitt hægsta trúvirði í búskaparliga politikkinum,” sigur Jørgen Goul Andersen, valgranskari og professari á Aalborg Universitet við Børsen og heldur fram:
“Javnaðarflokkurin hevur her seinastu árini mist stór øki til stjórnina, her snýr tað seg bæði um evnini at loysa búksaparligu trupulleikarnar í løtuni og evnini til at tryggja Danmark eina framtíð sum eitt av ríkastu samfeløgum í heiminum.”
Danmark fer komandi ár at hava lægsta búskaparliga vøkstin av øllum OECD limalondunum.
nj
Kelda: 180grader




