Tórshavn avskorðin og blindað, – Klaksvíkin endurbygt og miðdepul
Eins og í Klaksvík hava komunalu myndugleikarnir í danska høvuðsstaðnum, Keypmannahavn, gjørt stórar broytingar á veganetinum.
Tey sum búgva á Islandsbrygge úti á Amager hava upplivað at alt havnalagið á leiðini er umskipað til kontór og handilsbygningar.
Í hesum sambandi hevur gamal Torshavnsgade staði fyri skotum.
Myndugleikarnir hava ikki gjørt matari enn at blombera hana og harvið gjørt gøtuna til ein blindveg.
Samstundis hava teir gjørt eina nýggjan høvuðsveg í trimum sporum og navnið at hesari nýggju vegabreyt er: Klaksvigsgade.
Jú, – ein skal ofta leita til útlandið fyri at síggja skilagóðar loysnir verða førdar út í lívið.
jwj




