Klaksvík
14°

icon-search
icon-close
No results found
icon-circle-arrow
icon-circle-arrow

Dánjal Andreasen, fyrrverandi formaður í kappinginarnevndini: Kappingarnevndin kann neyvan broyta mannagongd

John William Joensen

Eg dugi ikki at síggja annan møguleika enn at KÍ og B36 verða dømd at tapa sínar dystir, sigur fyrrverandi formaðurin í kappingarnevndini Dánjal Andreasen.

– Eg veit ikki um líknandi mál í 1.deild, men í yngru deildunum hevur trupuleikin við ólógligum leikarum og vantandi leikaraloyvum verið frammi av og á og tá hevur dómur altíð verið tann sami, nevnuliga at lið verða dømd at tapa dystir sínar.
– Í málunum hjá B36 og KÍ er talan um menniskjalig mistøk, men eg dugi ikki at síggja hvussu kappingarnevndin kann taka hetta við í sínari tulking av lógini.
– Eitt nú málið við Jákup Mikkelsen, tá hesin var heima og vitjaði og ikki hevði loyvi at spæla við Herfølge eftirfylgjandi. Tað málið fór allan vegin upp ígjøgnum systemið hjá DBU, men niðurstøðan var tann sama. Herfølge varð dømt at tapa dystin.
– Málið um tá HB á sinnið tapti dystin móti MB, tí eitt navn kom tvær ferðir fyri á dómara seðlinum, hevði ikki verið dømt á sama hátt í dag. Men tá tala er um leikaraloyvi og harvið brúk av ólógligum leikara hevur dómurin altíð verið tann at liðið, sum hevur brúkt ólógligan leikara verður dómt at tapa, sigur Dánjal Andreasen fyrrverandi formaður í kappingarnevndini.

Harleyfacadeacryl