Í seinastu viku undirskrivaði KÍ sáttmála við Dánjal Jákup Joensen, sum aftur verður hjálparvenjari hjá Tony Paris
Dánjal Jákup Joensen hevur verið fastur partur í KÍ venjara hópinum síðan 1997. Tó hevur hann okkurt árið ikki verið beinleiðis kníttur at 1.deild men komandi ár skal hann so aftur standa undir liðini á Tony Paris, eins og hann stóð gullárið 1999.
– Vit byrjað venjingina týskvøldi kl. 18 og fara umframt týskvøld eisini at venja hóskvøld og fríggjavkøld kl. 18.
– Fyrstu tíðina fara vit ikki at gera so nógv burtur úr. Endamálið er at fáa mennirnar í gongd aftur og at savnað hópin. Við at venja hesa tíðina verða menn eisini betur fyri til vit av álvara fara at venja fyrst í januar mánaða.




